Erdogan heitt á Putin um at taka deildir úr Ukraina

Erdogan heitt á Putin um at taka deildir úr Ukraina
Turkiski forsetin hitti russiska starvsbróður sín í Usbekistan
Turkiski forsetin, Erdogan, hitti russiska forsetan, Putin, í Usbekistan.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.09.2022 - 14:21

Forsetin í Turkalandi, Recep Erdogan, hevur heitt á russiska forsetan um at taka sínar deildir aftur úr hersettu økjunum í Ukraina.

Í samrøðu við amerikonsku PBS-rásina sigur Erdogan, at friður var eitt av málunum, sum hann umrøddi við Vladimir Putin, tá ið teir hittust í Usbekistan.

PBS spurdi, um Russland eigur at varðveita økini, sum tað hevur hertikið í Ukraina, sum part av loysnini fyri at enda kríggið. 

Svarið er nei, sigur Erdogan.

- Fæst friður í lag í Ukraina, hevur hevur tað stóran týdning at lata øki aftur, sum eru hersett. Tað verður væntað. Putin hevur tikið ávís stig, og vit hava tikið ávís stig, sigur Erdogan, og leggur aftrat, at øki, sum eru hertikin, verða latin Ukraina aftur.

Erdogan sigur, at Russland heldur ikki eigur at varðveita Krim-hálvoynna, sum var hersett í 2014. 

Hann sigur við PBS, at hann hevur tosað við Putin um hetta síðani innrásina

- Vit hava biðið hann um at lata Krim aftur til røttu eigararnar, sigur Recep Erdogan, forseti í Turkalandi, við PBS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672