Serligt veðurbrigdi gjørdi stórar skaðar í grønlendska býnum Tasiilaq

Serligt veðurbrigdi gjørdi stórar skaðar í grønlendska býnum Tasiilaq
Grønlendski býurin Tasillaq, sum nógv kanska kenna sum Angmagssalik, varð sunnunáttina raktur av einum herviligum piteraq, sum er eitt serligt veðurfyribrigdi
Nógv hús fingu skaða, tá grønlendski býurin Tasiilaq sunnunáttina varð raktur av serliga veðurfyribrigdinum piteraq
Mynd: Hjørdis Viberg  
 
26.09.2022 - 10:55

Ódnarveður var um vikuskiftið í grønlendska býnum Tasiilaq, sum fyrr eisni varð kallaður Angmagssalik. 

Talan var um serliga grønlendska fyribrigidið piteraq, sum er ein katabasiskur vindur, ið onkuntíð tekur seg upp við Tasiilaq á grønlendsku eysturstrondini. 

Hjørdis Viberg, sum býr í Tasiilaq, hevur tikið hesar myndirnar í gjár, ið vísa skaðarnar eftir ódnarveðrið leygardagin. 

 

1552101

Hjørdis Viberg greiðir frá hendingini í Góðan Morgun Føroyar.

 

 

"Dagen derpå i Tasiilaq. Tak til beredskab og borgere, der formåede at stå sammen passe godt på hinanden således at vi, trods store materielle skader, undgik at menneskeliv gik tabt. Sammenhold og hjælpsomhed er en af de grundlæggende værdier i vores østgrønlandske samfund," skrivar Hjørdis Viberg á sínum Facebook-vanga. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542