Noreg og Russland samráðast um fiskiveiðiavtalu

Noreg og Russland samráðast um fiskiveiðiavtalu
Føroyar hava ikki tikið støðu til møguligar samráðingar við russar, men løgmaður fer at hitta norska forsætisráðharran í næstum
Akraberg er nýggjasti føroyski trolarin, sum fiskar í Barentshavinum. Enn er ógreitt, um føroyingar fara at samráðast við russar um nýggjan fiskivinnusáttmála.
 
04.10.2022 - 12:59

Samráðingar vera í næstum millum Noreg og Russland um fiskiveiðuavtalu.

Norska fiskimálaráðið váttaði í morgun fyri norska kringvarpinum, at um tvær vikur fara norskir og russiskir myndugleikar at samráðast um fiskiveiðu.

Hetta hendir samstundis, sum nógv kjak er um trygdina hjá russiskum fiskiskipum í norskum sjógvi.

Fundurin um fiskiveiðuavtalu millum londini verður talgildur, og fleiri embætisfólk vera á fundinum.

 

500.000 tons

Granskarar mæla til at fiska 500.000 tons av toski, sum verða býtt javnt millum Noreg og Russland.

- Tað skerst ikki burtur, at hetta er ein sera óvanlig hending, tá vit hugsa um óvanligu støðuna, sum vit eru í. 

Tað sigur Geir Hønneland, norskur granskari og PhD í politikki, við NRK.

 

Umboð fyri politisku flokkarnar á fundi við løgmann í Tinganesi um viðurskiftini millum Føroyar og Russland.

 

Føroyar ikki tikið støðu

Her heima hevur landsstýrið enn ikki tikið støðu til møguligar samráðingar við russar.

Eftir at løgmaður seinasta mikudag hevði havt drúgvan fund við forfólkini í politisku flokkunum, staðfesti hann, at støðan er álvarslig. 

Og tí ræður um, at vit í Føroyum eru samd um tað, vit gera, segði hann.

 

Løgmaður til Noregs

12. oktober skal Bárður á Steig Nielsen til Noregs at hitta norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre.

Og ætlanin er at hitta forfólkini í politisku flokkunum um miðjan oktober, tá hann er afturkomin úr Noregi.

Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá løgmanni, nú norskir myndugleikar hava boðað frá, at Noreg fer at samráðast við russar.

Løgmaður hevur ikki svarað enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688