Føroyar í Baltic Cup-finaluni

Føroyar í Baltic Cup-finaluni
Við málum frá Heidi Sevdal, Rúnu Jacobsen og Áslu Johannesen tryggjaði føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum sær sigur á Lettlandi og finalupláss í Baltic Open-kappingini
Mál, mál, mál: Heidi Sevdal, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen skoraðu ímóti Lettlandi
Mynd: FSF  
 
06.10.2022 - 13:09

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum vann 3-2 á Lettlandi og tryggjaði sær finalupláss í Baltic Open-venjingarkappingini, sum er í Estlandi.

Heidi Sevdal, Rúna Jacobsen og Ásla Johannesen skutu føroysku málini.

Aftur og fram

Heidi Sevdal legði Føroyar framum tíðliga í dystinum eftir góða føroyska byrjan.

Lettland kom so líðandi betur við, og við tveimum málum í seinna hálvleiki fóru tær framum Føroyar.

Men føroysku kvinnurnar góvu ikki skarvin yvir, og við góðum avrikið sum seinni hálvleikur leið, megnaðu tær ikki bara at javna, men eisini at fáa sigursmálið.

Fyrst javnaði innskifta Rúna Jacobsen við sínum fyrsta landsliðsmáli, og seint í dystinum avgjørdi liðskiðarin, Ásla Johannesen, eftir skjótt mótálop.

Finalan verður sunnudagin ímóti antin Estlandi ella Litava.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053