Myndir: Hava leitað av øllum alvi eftir horvnari kvinnu

Myndir: Hava leitað av øllum alvi eftir horvnari kvinnu
Leitað verður framvegis eftir kvinnuni, ið hvarv við Trælanípuna í gjár, og leitað hevur verður av øllum alvi á landi og til havs
Um 10-tíðina fyrrapartin í gjár boðaði maðurin billettsøluni har á leið frá, at kona hansara var horvin, og so fór stór leiting í gongd
 
08.10.2022 - 15:30

Umfatandi leitingin eftir kvinnuni, ið hvarv við Trælanípuna í gjár, heldur fram í dag.

Í dag verður leitingin miðsavnað um leitingina á sjónum. 

Kvinnan og maður hennara fóru tíðliga í morgun at síggja sólina rísa, men fyrrapartin boðaði maðurin frá, at hon var horvin. 

Talan er um eina kvinnu miðskeiðis í 30 árunum úr Kina og ein mann úr Hollandi, sum búgva í Týsklandi.

Leitað hevur verið bæði við báti og dronum, meðan bjargingarlið hava leitað á landi. 

Vága bjargingarfelag, Sløkkiliðið í Vága kommunu, Fjallabjargararnir, Politiið, dronumanningin hjá LFB, Sjúkraflutningstænastan og staðkend fólk hava luttikið í leitingini.

Politihundur hevur eisini luttikið í leitingini. 

Sigið hevur eisini verið ymsastaðni, fyri at finna slóð eftir einum møguligum falli.

Leitað verður í øllum økinum við Trælanípuna, Teistarók og Rivurnar, og so væl er leitað, at løgreglan í dag kann útiloka, at kvinna er á landi.

Løgreglan sigur við in.fo, at arbeitt verður við fýra møguleikum. 

Ein møguleiki er, at kvinnan hevur gjørt av við seg sjálva, og ein annar er, at tað eitt óhapp. Hon kann eisini vera deyð av natúrligum orsøkum - og fjórði møguleiki er, at hon kann vera dripin.

Løgreglan útilokar ongan møguleika eru boðini til in.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858