Lutakastið til EM-undankappingina er nú klokkan 11

Lutakastið til EM-undankappingina er nú klokkan 11
Klokkan 11 er lutakastið til næstu EM-undankapping í fótbólti við monnum.
Føroyar móti Danmark er altíð ein spennandi dystur, heldur Viljormur Davidsen, varaliðskipari á landsliðnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.10.2022 - 10:48

Um eina løtu er greitt, hvørji lond føroyska A-landsliðið í fótbólti við monnum skal spæla ímóti í undankappingini til EM í 2024. 

Klokkan 11 byrjar lutakastið í Frankfurt í Týsklandi í sambandi við, at Týskland verður vertur fyri EM-endaspælinum í 2024. 

Føroyar eru bólkaðir í bólki fýra av seks.

Við heimasíðuna hjá FSF sigur varaliðskiparin á landsliðnum, Viljormur Davidsen, at hann kundi hugsað sær, at Føroyar komu í bólk við Danmark, Onglandi, Íslandi, Kýpros og San Marino. 

Til ber at fylgja við lutakastinum á heimasíðuni hjá UEFA. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744