Rætt at samráðast við Russland, hóast innrásina í Ukraina

Rætt at samráðast við Russland, hóast innrásina í Ukraina
Kristina Hansen, sum er ættað úr Runavík, er vararáðharri hjá norska fiskimálaráðharranum
Kristina Hansen, sum er vararáðharri hjá norska fiskimálaráðharranum, er ættað úr Runavík, og hevur búð meira enn 34 ár í Noregi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.10.2022 - 11:37

- Norska stjórnin er sannførd um, at tað er rætt at samráðast við Russland, hóast Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Hesaferð verða samráðingarnar tó talgildar.

Tað sigur Kristina Hansen, sum er vararáðharri hjá norska fiskimálaráðharranum, Bjørnar Skjæran.

Kristina Hansen er ættað úr Runavík, og hevur búð meira enn 34 ár í Noregi.

Fiskiveiðisamráðingar verða millum Noreg og Russland um eina viku. Noreg fordømir tó kríggið í Ukaina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12102022_-_Kristina_til_net

 
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre,  sita í løtuni á fundi í Oslo, har teir m.a. tosa um fiskiveiðiavtalur við Russland.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053