Fongsulsrevsing fyri at knúsa glas í andlitið á einum øðrum

Fongsulsrevsing fyri at knúsa glas í andlitið á einum øðrum
Dømdi maðurin er ikki danskur ríkisborgari, og hann sleppur ikki til Føroya næstu trý árini
Dømdi maðurin fekk fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan harðskap.
 
13.10.2022 - 12:52

Maðurin, sum 10.september knústi eitt glas í andlitið á einum øðrum manni á einum vertshúsi í Havn, hevur fingið fýra mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan harðskap.

Málið var í Føroya rætti í gjár.

Maðurin er síðst í 30 árunum. Hann er ikki danskur ríkisborgari, so rætturin gav ákæruvaldinum viðhald í, at hann skal vísast úr Føroyum.

Maðurin sleppur ikki til Føroya næstu trý árini.

Maðurin noktaði seg sekan, tí hann segði seg einki minnast um hendingina, hann var ákærdur fyri.

Maðurin, sum var fyri harðskapinum, er eisini útlendingur.

Báðir menninir eru í Føroyum í arbeiðsørindum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV