Kaj Leo hevði atkvøtt fyri fosturtøkulógini

Kaj Leo hevði atkvøtt fyri fosturtøkulógini
Ein roynd at gera clearing-avtalu, so hansara atkvøða ikki skuldi gerast avgerandi, miseydnaðist
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður.
 
17.05.2024 - 13:36

Broytingin í fosturtøkulógini hevði verið samtykt, um Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevði verið í tingsalinum mikukvøldið.

Bara 30 tingfólk vóru í tingsalinum, tá atkvøðast skuldi um uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni.

Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi var burturstaddur vegna sjúku í familjuni, og hann hevði clearað við Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. 

 

Tá atkvøtt var um fosturtøkulógina mikukvøldið, stóð á jøvnum, og tí fall uppskotið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kaj Leo Holm Johannesen var ikki í tingsalinum - og hann hevði ongan í tinginum fyri seg.

Tá atkvøðast skuldi um broytingina í fosturtøkulógina, vóru 15 atkvøður fyri, og 15 atkvøður ímóti, og tí fall lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann royndi at fáa eina clearing-avtalu, soleiðis at hansara atkvøða ikki skuldi gerast avgerandi, men tað eydnaðist ikki:

 

17052024_Kaj_Leo_um_fosturtokulog


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329