Brandur fingið nýtt felag

Brandur fingið nýtt felag
Føroyski hondbóltsspælarin, Brandur Halgirsson, er farin úr húsagangsrakta Ajax København til Team Sydhavsøerne, sum kappast í næstbestu donsku deildini
Brandur Halgirsson hevur sagt farvæl við húsagangsrakta Ajax, og hevur funnið sær nýtt felag
 
14.10.2022 - 15:09

Brandur Halgirsson er farin úr Ajax København, sum týsdagin varð koyrt á húsagang, til Team Sydhavsøerne, sum kappast í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, skrivar folketidende.dk.

Føroyingurin, sum fyrst og fremst er stinnur í verjuspælinum, hevði annars verið í Ajax í fýra ár, men nú besta liðið hjá høvuðsstaðarfelagnum varð koyrt niður í fjórðu deild, hevur 23 ára gamli Brandur Halgirsson funnið sær nýtt felag. Hann hevur skrivað undir trý ára sáttmála við felagið úr Lollandi.

 - Eg havi hoyrt nógv gott um Team Sydhavsøerne. Liðið er gott og hevur ein góðan heimavøll, og eg eri glaður fyri at gerast ein partur av felagnum, sigur Brandur Halgirsson við folketidende.dk.

 - Eg fari fyrst og fremst at royna at styrkja um liðið og annars at menna meg sum spælara. Tað kann eg her við venjaratoyminum og umstøðunum annars.

 - Síðsta tíðin í Ajax hevur bæði verið hørð og lærurík, har eg havi lært nógv um meg sjálvan. Eg havi havt tíð til at hugsa um, hvat eg vil, og niðurstøðan hevur verið, at eg skal halda fram við hondbólti. Tí eri eg her nú, sigur fyrrverandi H71-spælarin, sum kanska fær sín fyrsta dyst ímóti Roskilde sunnudagin.

Venjarin, Nick Szwiec, er fegin um at hava fingið føroyingin, sum hevur spælt 20 dystir á landsliðnum, á sítt lið. 

 - Vit leitaðu eftir einum verjuspælara longu áðrenn kappingarárið byrjaði, so hetta kemur væl við. Brandur er sterkur kropsliga, og kennir væl deildina, sigur venjarin við folketidende.dk.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609