Tjentu 66 mió. kr. upp á negativa rentu í fjør

Tjentu 66 mió. kr. upp á negativa rentu í fjør
Inntøkurnar av negativu rentuni hava verið góðar 100 milliónir í hálvt annað ár
Føroysku bankarnir hava síðani seinnu helvt av 2019 kravt negativa innlánsrentu frá sínum kundum, tí innlánsrentan í Tjóðbankanum tá var negativ.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.10.2022 - 17:20

Í 2021 fingu føroysku peningastovnarnir 66 mió. kr. í inntøkum frá negativum rentum fyri innlán hjá sínum kundum.

Fyrsta hálvár í ár hava inntøkurnar hjá bankunum frá negativu rentunum verið 35 mió. kr. Altso góðar 100 milliónir krónur upp á hálvt annað ár.

Tað upplýsir Landsbankin.

 

Byrjaði í 2019

Føroysku bankarnir hava síðani seinnu helvt av 2019 kravt negativa innlánsrentu frá sínum kundum, tí innlánsrentan í Tjóðbankanum tá var negativ.

Av tí at útlánsrentan í Tjóðbankanum er hækkað, hækka føroysku bankarnir eisini sínar útlánsrentur.

Føroysku peningastovnarnir hava fyri stuttum boðað frá, at bæði útláns- og innlánsrentan fer at hækka; hjá BankNordik, Betri Banka og Suðuroyar Sparikassa við endan av september, og hjá Norðoya Sparikassa við endan av oktober.

Størri rentuútreiðslur

Fyri føroysku húsarhaldini merkir hægri renta øktar rentuútreiðslur av bæði bústaðarláni, billáni og aðrari skuld í bankanum.

Ein rentuhækking rakar ymiskt alt eftir, hvussu væl fyri fíggjarliga einstaka húskið er, men er skuldin stór, kann ein rentuhækking ávirka tøkupeningin munandi. Eisini vinnan fer at merkja hægri rentur, sigur Landsbankin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713