Turkaland: 40 fólk deyð í námsvanlukku

Turkaland: 40 fólk deyð í námsvanlukku
Kolanámið, sum er 350 metrar djúpt, er umleið 300 kilometrar norðan fyri turkiska høvuðsstaðin, Ankara
Bjargingarfólk leita enn eftir fólkum
Mynd: Mynd: Yasin Akgul/AFP/Ritzau Scanpix  
 
15.10.2022 - 12:36

Talið á deyðum eftir eina námsvanlukku í Turkalandi í gjárkvøldið, er nú komið upp á 40, sigur innanríkisráðharrin í landinum.

Ráðharrin, Suleyman Soylu, sigur, sambært BBC, at tað nú er eydnast bjargingarfólkunum at fáa 58 onnur námsarbeiðsfólk upp úr kolanáminum.

Umleið 110 fólk vóru til arbeiðis í kolanáminum í gjárkvøldið, tá ið spreingingin hendi, helvtin teirra vóru meira enn 300 metrar niðri í kolanáminum.

Vóna enn at finna fólk á lívi

Bjargingarfólk hava alla náttina roynt at grava seg fram til fólk, sum framvegis eru fangað í kolanáminum, men enn eru fleiri fangað.

Eingi boð eru komin um, at eldur skal vera inni í kolanáminum, og tað ljóðar, at útluftingin eisini riggar, sum hon skal.

Kolanámið, sum er 350 metrar djúpt, er umleið 300 kilometrar norðan fyri turkiska høvuðsstaðin, Ankara.

Ringasta vanlukka í átta ár

Enn er ikki heilt greitt, hvor orsøkin til spreingingina í gjárkvøldið var. Fyribils kanningar benda á, at orsøkin kann vera námsgass, sum eldur festi í.

Turkiski forsetin, Recep Tayip Erdogan, kemur í dag til kolanámið, har ið vanlukkan hendi. Hann sigur, at nógv verður lagt fyri, at ikki fleiri fólk skulu lata lív.

Hetta er ringasta kolanámsvanlukkan í Turkalandi síðani 2014. Tá doyðu 301 arbeiðsfólk í eini námsvanlukku í Soma, ið er har vesturi í landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360