Oljuískoytið verður 10.000 kr.

Oljuískoytið verður 10.000 kr.
Trivnaðarnevndin skeyt upp at hækka upphæddina, og tað samtykti løgtingið
Treytin fyri at fáa rætt til oljuískoyti er, at Almannaverkið hevur fingið umsóknina í seinasta lagi 30. november.
 
20.10.2022 - 10:47

Oljuískoytið verður ikki 7.000 kr., men 10.000 krónur.

Tað samtykti eitt einmælt løgting í gjár.

Landsstýrið skeyt upprunaliga upp, at oljuískoytið skuldi vera 7.000 kr., men ein samd trivnaðarnevnd mælti til at hækka upphæddina upp í 10.000 kr., og tað var samtykt.

Oljuískoytið verður veitt húskjum, sum hava smáar inntøkur, og sum ikki hava ognir av týdningi.

 

Treytir

Ein treyt fyri at fáa oljuískoyti er, at húskið ikki hevur ognir fyri meira enn 50.000 kr. Eru trý ella fleiri vaksin í húskinum, kann ognin vera upp í 70.000 kr.

Bara innistandandi peningur og virðisbrøv telja sum ogn.

Almannaverkið er farið undir fyrireikingarnar, og verður fyrsta dagin til reiðar at taka ímóti umsóknum um oljuískoyti, upplýsir Almannamálaráðið.

Treytin fyri at fáa rætt til oljuískoyti er, at Almannaverkið hevur fingið umsóknina í seinasta lagi 30. november.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115