Føroyskar fyritøkur undir illgruna fyri brot á tiltøk móti Russlandi

Føroyskar fyritøkur undir illgruna fyri brot á tiltøk móti Russlandi
Danska løgreglan kannar 12 mál, og tvey mál eru send løgregluni í Føroyum
Løgreglan í Føroyum hevur fingið tvey mál um føroyar fyritøkur, sum eru undir illgruna fyri at hava brotið tiltøkini móti Russlandi.
 
26.10.2022 - 13:19

Løgreglan kannar nú fleiri danskar og tvær føroyskar fyritøkur, sum skulu hava brotið tiltøkini, sum eru sett í verk ímóti Russlandi og Hvítarusslandi eftir innrásina í Ukraina.

Tað skrivar Børsen, sum hevur fingið innlit í málið frá tjóðskaparligu eindini fyri serlig brotsverk, NSK.

Løgreglan upplýsir fyri Børsen, at hon hevur fingið boð um 13 brot á tiltøkini. Danska løgreglan kannar 12 mál, meðan tvey mál eru send løgregluni í Føroyum.

NSK vil kortini einki siga um, hvat mál talan er um.

 

Bót ella fongsul

Brot á tiltøkini kann hava við sær bót ella fongsulsrevsing í upp til fýra ár.

Danska handilsmálaráðið hevur eftirlit við útflutninginum hjá donskum fyritøkum, og hevur síðani russisku innrásina í Ukraina kannað 34 mál um møgulig brot á tiltøkini ímóti Russlandi.

Trý av málunum eru latin løgregluni, seks mál verða framvegis kannað, tvey mál eru send til aðrar myndugleikar, og 23 mál eru avgreidd, uttan at tey fingu avleiðingar, skrivar Børsen.

Heri Andreassen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni í Føroyum, sigur, at tey ikki enn hava fingið tey bæði málini, sum skulu kannast í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391