Teitur Skoubo fríkendur fyri valdstøku - dømdur fyri harðskap

Teitur Skoubo fríkendur fyri valdstøku - dømdur fyri harðskap
Eystari landsrættur fríkendi í dag føroysku realitystjørnuna, Teit Skoubo, fyri valdstøku, men hann bleiv dømdur tríggjar mánaða fongsulsrevsing fyri harðskap
Teitur Skoubo hevur verið við í fleiri reality-sendingum
Mynd: Savnsmynd  
 
26.10.2022 - 12:44

Føroyska realitystjørnan, Teitur Skoubo, er nú aftur ein fríur maður. 

Eystari landsrættur hevur í dag fríkent Teit Skoubo fyri at hava framt valdstøku móti ungari kvinnu. 

Teitur Skoubo bleiv tó dømdur tríggjar mánaða fongsulsrevsing fyri at hava framt harðskap móti kvinnuni. 

Kravið um at rinda sakarkostnaðin verður strikað.

 

Prógv manglaðu

Sambært Ekstrablaðnum, heldur dómarin ikki, at ákæruvaldið í nóg stóran hevur mun prógvað, at Teitur Skoubo hevur havt kynsliga samveru við kvinnuna, eftir at hon hevði tikið aftur samtykkið.

Hinvegin sigur dómarin, at tað er prógvað, at kvinnan ikki hevði givið samtykki til, at hann sló hana, meðan tey høvdu kynsligt samband.

Tað merkir, at Teitur Skoubo er funnin sekur í harðskapi, men ikki fyri valdstøku, sum hann í mai mánaði var dømdur tvey ár og seks mánaðar fongsulsrevsing fyri í býarrættinum.

 

Fríur maður

Teitur Skoubo hevur longu hevur sitið í varðhaldi í tríggjar mánaðir, og tí er hann í dag latin leysur. 

Hetta merkir, at Teitur Skoubo er fríur maður í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985