KÍ steypavinnari í fótbólti við kvinnum

KÍ steypavinnari í fótbólti við kvinnum
Steypafinalan hjá kvinnunum gjørdist ein spennandi og rættiliga væl spældur dystur, har HB var omaná í fyrra hálvleiki, men KÍ í síðsta enda var sterkari
KÍ-kvinnurnar vunnu steypafinaluna móti HB og harvið greipuna í ár
 
29.10.2022 - 17:08

Fyri 16. ferð vunnu KÍ-kvinnurnar steypakappingina, og tað hendi, tá ið KÍ vann 2-1 á HB á Tórsvølli í kvøld. 

Finalan bleiv munandi javnari enn væntað varð frammanundan, tí unga HB-liðið legði bragdliga fyri og var omaná í fyrra hálvleiki. 

Treyðugt so, var tað KÍ, ið legði seg á odda, tá ið Durita Hummeland stútaði bóltin í málið eftir eitt horna í 21. minutti. 

HB svaraði skjótt aftur, tí í 29. minutti skoraði Lív Rúnadóttir eftir gott uppspæl í høgru síðu av Áslu Stórá Carlsen.

 

KÍ greitt oman á í seinna hálvleiki

Í seinna hálvleiki byrjaði orkan hjá HB-liðnum at ganga undan, og KÍ-kvinnurnar vóru greitt omaná. 

Tað endaði eisini við, at Tóra Mohr hegnisliga stútaði bóltin í málið i 56. minutti eftir framúrskarandi upplegg av dagsins leikara, Jórun Najma Patawary. 

John Eystberg, venjari hjá HB, var sum vera mann vónbrotin. Men hann var errin av sínum unga liði. 

"Vit duga ikki at verja, so har var einki annað at gera enn at leypa á, og tað royndu vit. Men KÍ var greitt oman á í seinna hálvleiki," ásannaði John Eystberg. 

Harvið hava KÍ-kvinnurnar enn einaferð vunnið greipuna. 

Hjartaliga tillukku við tí. 

 

KÍ – HB 2-1 (1-1)

1-0: Durita Hummeland 21.
1-1: Lív Rúnadóttir 29.
2-1: Tóra Mohr 56.

Dómari: Áki Leitisstein Hansen

KÍ: Óluva Allansdóttir Joensen – Jórun Najma Patawary, Birita Ryan, Vár Johannesen, Tórunn H. Joensen – Malena Olsen, Maria V. Johansen, Sanna Svarvadal, Eyðvør Klakstein, Durita Hummeland   – Tóra Mohr

HB: Monika Biskopstø – Teresa Jacobsen, Elin Maria Isaksen, Sarita Maria Mittfoss, Sunniva Willemoes – Fríða Magnusaradóttir Jakobsen, Ása á Reynatúgvu, Rúna Jacobsen – Ása Stórá Carlsen, Rebekka Fjallsá Benbakoura, Lív Rúnadóttir         

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744