Hákun West av Teigum: "Eg kundi ikki siga nei við Füchse Berlin "

Hákun West av Teigum: "Eg kundi ikki siga nei við Füchse Berlin "
Bæði felagið og býurin tiltalaðu 20 ára gamla Hákun West av Teigum, ið nú hevur skrivað trý ára sáttmála við Füchse Berlin, sum er oddalið í Bundesliguni í Týsklandi
Ein flúgvandi Hákun West av Teigum, sum vit kenna hann
Mynd: Skanderborg Aarhus Hondbold á Facebook  
 
02.11.2022 - 15:58

Eftir nakrar vikur við gitingum, er tað nú endaliga greitt, at Hákun West av Teigum næsta ár gevst at spæla Skanderborg-Aarhus í Danmark, og skal skjóta mál fyri Füchse Berlin, sum er oddalið í týsku hondbóltsbundesliguni.

Høgri vongurin á landsliðnum hevur undirskrivað ein trý ára sáttmála við Füchse Berlin.

"Eg gleði meg nógv til komandi kappingarár og at sleppa at spæla við einum av bestu feløgunum í Týsklandi," sigur Hákun West av Teigum. 

Ungi høgrivongurin á hondbóltslandsliðnum helt ikki, at hann kundi siga nei til møguleikan at sleppa til týskan hondbólt. 

"Teir hava eitt gott lið, býurin er lekkur, so har vóru nógv ting, sum passaðu saman," sigur Hákun West av Teigum, sum viðgongur, at tað er ein dreymur, ið gerst veruleiki. 

Næsta summar, tá ið HM-endaspælið fyri U21 landslið er av, byrjar tilveran hjá Hákuni West av Teigum í Týsklandi, og har ætlar hann at vera fleiri ár fram.

 

Hoyr samrøðuna, ið Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Hákun West av Teigum. 

Hakun_West_av_Teigum_02112022

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655