- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umvæla gamla musikkskúlan til frítíðarskúla
Umvæla gamla musikkskúlan til frítíðarskúla
Málið um 11 ára gamla Markus verður loyst, tá skúlin verður tikin í brúk, sigur stjórin í Almannaverkinum

Gamli musikkskúlin á Frúutrøð skal brúkast til frítíðarskúla.
07.11.2022 - 13:39
Tá gamli musikkskúlin á Frúutrøð í Havn er liðugt umvældur og verður tikin í brúk, verður trupulleikin loystur.
Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, eftir at Bjørga Sivertsen, mamma Markus, gjørdi vart við seg um vikuskiftið, tí sonurin einki frítíðarskúlapláss hevur fingið.
11 ára gamli Markus hevur bæði ADHD og autismu.
Málið verður loyst, sigur Edvard Heen.
(Haldið okkum til góðar, at ljóðgóðskan er ikki tann besta):
07112022_Edvard_Heen_
Edvard Heen er stjóri í Almannaverkinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























