Vilja hava dómstólar í Iran at døma strangari

Vilja hava dómstólar í Iran at døma strangari
Leiðslan í Teheran er alt annað enn nøgd við mótmælini, sum nú hava vart í sjey vikur
Nógv mótmæli hava verið í Iran seinastu tíðina, og nú krevja tjóðartingslimir, at mótmælisfólkini skulu fáa harðari revsing.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
07.11.2022 - 09:18

227 av teimum 290 tjóðartingslimunum í Iran heita á dómstólarnar um at fara harðari fram ímóti teimum, sum mótmæla í landinum, og harvið bróta landsins lógir.

Tað skrivar Reuters.

Kring heimin eru myndir at síggja av iranskum kvinnum, sum klippa hárið av sær og brenna turrikløð, fyri at mótmæla viðferðini av kvinnum í landinum. Tað hevur kynt undir eina varisligari vón um betri kor í Iran.

 

Mótmælt í sjey vikur

Men leiðslan í Teheran er alt annað enn nøgd við mótmælini, sum nú hava vart í sjey vikur.

Upptøkur seinastu dagarnar hava víst, at trygdardeildirnar fara harðliga fram ímóti teimum, sum mótmæla.

Sambært norska felagskapinum, Iran Human Rights, hava trygdardeildirnar gjørt av við minst 304 fólk undir mótmælunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775