- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spískamarið: Grønmetisparadís á Sandi
Í Føroyum innflyta vit grønmeti í stríðum streymi. Men á Sandafløttunum heima á Sandi er eitt satt grønmetisparadís.
Velturnar hava prógvað, at hóast harðbalaveður her í Føroyum, so ber væl til at dyrka grønmeti.
"Er jørðin og moldin góð, ja, so ber væl til," sigur Jóannes Johannessen, bóndi í Miðstovugarðinum á Sandi.
Og moldin á Sandafløttunum er serstakliga góð til endamálið, tí sandurin av náttúrunnar hond er blandaður so væl upp í moldina.
"Tað gevur lítla meining at innflyta grønmeti, sum snilt kann veltast í Føroyum," heldur Jóannes.
Undangongumaðurin í grønmetisdyrkan
Jóhannes Johannessen er eisini ein av teimum, sum dyrkar egið grønmeti. Tað ger hann bæði á fløttuni, men eisini heima við hús.
Tað hevur hann gjørt í eini 35 ár, og í so máta er hann undangongumaður.
"Vit høvdu grønmeti í garðinum við hús. Men eftir 2010 byrjaði tað spakuliga at taka dik á seg. Og eftir Veltan varð sett á stovn, kom ordilig ferð á," sigur Jóannes.
Eitt grøntmetisbrand
Veltan byrjaði sum ein áhugafelagsskapur við fólki, sum hildu, at tað átti at verið meira gjørt við at velta grønmeti í Føroyum.
"Hugskotið og konseptið var at gera ein felagsskap av fólki, sum øll dyrkaðu hvør sítt, og so kundi Veltan selja tað undir einum vørumerki, sum kallaðist Veltan."
Síðani Veltan varð sett á stovn í 2015, tók dyrkanin av álvara dik á seg, sigur Jóhannes - bæði hjá honum sjálvum, men eisini hjá øðrum framleiðarum.
"Tað hevur bara eydnast væl. Fá fólk eru nú í Føroyum, sum ikki kenna Veltuna. Men enn manglar at fáa føroyingar sum heild at fara í holt við at velta grønmeti."
Hóast Veltan ikki longur hevur egið royndarvirksemi, so er áhugafelagsskapurin enn virkin, og miðað verður eftir at savna saman grønmetisframleiðarar kring landið.
Byrjaði sum áhugi, men lønar seg nú
At dyrka grønmeti byrjaði av forvitni og áhuga hjá Jóannesi. Men so við og við er hesin frítíðaráhugin vorðin arbeiði. Og nú lønar tað seg eisini.
"Mær dámar tað væl, men tað er ikki bara fyri stuttleikar. Nú er tað ein partur av vinnuni hjá okkum," sigur Jóannes Johannesen úr Miðstovugarðinum.
Royna seg fram
Millum teigarnar hjá Jóannesi og vakstrarhúsið hjá Veltuni eru teigarnir hjá Uttastovugarði, sum Jónhild Jacobsen rekur.
Jónhild er íðin í veltuni og er heldur ikki bangin fyri at royna okkurt nýtt. Eitt nú hevur hon dyrkað pastinakkir, hvítleyk og rósukál.
"Hóast eg sigi, at hatta skal eg ikki gera aftur næsta ár, so geri eg onkrar royndir kortini," sigur Jónhild.
Helst eru rósukálini úr veltuni hjá Jónhild Føroya fyrstu rósukál, ið eru dyrkað í Føroyum. Og Jónhild væntar ikki, at tey vera tey síðstu.
Kunnleikin um at velta grønmeti í Føroyum er rættiliga lítil, og tí leggja tey í Uttastovugarði nógv fyri at royna seg fram.
"Tað er ov lítið skrivað, og tað er ikki serliga nógv vitan á økinum, so alt er á byrjanarstøði hjá okkum," sigur Jónhild.
Serstakar fortreytir
Íblásturin kemur eitt nú úr Danmark, men fortreytirnar fyri grønmetisdyrkan eru kortini heilt øðrvísi á flatlondum enn her heima.
"Vit hyggja eitt sindur eftir, hvat riggar í Danmark, men tað riggar ikki altíð so væl her heima, tí vit hava kuldan, vindin og sjórokið, og tað kann ikki samanberast," sigur Jónhild Jacobsen.
Føroyskt grønmeti smakkar bara betur
Tá man fyrst hevur smakkað grønmeti, sum er dyrkað í Føroyum, ja, so vendst ikki aftur, halda tey heima á Sandi.
Tí sambært bóndunum báðum er eingin ivi um, at føroyska grønmetið er í einum klassa fyri seg.
"Tað er meira smakkur í, og so smakkar tað bara betur," sigur Jónhild.
Veldiga vegetarveitslan
Triði partur av Spískamarinum er á skránni hóskvøldið, og sum nakað heilt serstakt verður hesin parturin uttan ein einasta blóðdropa.
Gutti hevur sett sær fyri at halda eina veldiga vegetarveitslu, og til endamálið tørvar honum frískt grønmeti. Og tá er neyvan betri stað at leita sær enn til Sands.
Har finnur hann millum annað frískan grasleyk, kál, squash, hvítleyk, rósukál og nógv, nógv annað.
Grønmeti á Sandi - tað er sonn matgleði! Og tú finnur sendingina her.