Republikanarar hava vunnið umboðsmannatingið

Republikanarar hava vunnið umboðsmannatingið
Niðurstøðan hjá AP-tíðindastovuni er, at republikanararnir hava fingið 218 av teimum 435 sessunum í umboðsmannatinginum
Kevin McCarthey verður væntandi leiðari hjá republikanarunum í umboðsmannatinginum, nú republikanararnir hava fingið meiriluta har.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.11.2022 - 09:03

Republikanski flokkurin í USA hevur tryggjað sær meiriluta í umboðsmannatinginum eftir miðvalið 8. november.

Tað skrivar tíðindastovan AP, og samstundis boða aðrir miðlar frá tí sama. 

Tað er ikki nøkur veljarakanning, sum vísir úrslitið, men AP hevur gjørt eina niðurstøðu, eftir at republikanska valevnið, Mike Garcia, vann á demokratinum, Christy Smith, í Kalifornia.

Niðurstøðan er, at republikanararnir hava fingið 218 av teimum 435 sessunum í umboðsmannatinginum. Og tí hava republikanararnir nú meiriluta í umboðsmannatinginum.

Úrslitið hevur uttan iva við sær, at amerikanska fólkið næstu tvey árini fer at vera vitni til polittiskar ósemjur, tí demokratarnir hava longu tryggjað sær meirilutan í hinum kamarinum í kongressini, senatinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107