Póllendingur druknaði við vestaru bryggju

Póllendingur druknaði við vestaru bryggju
Líkið var funnið nærindis trolaranum Ametyst, sum maðurin sigldi við
Póllendingurin sigldi við ísfiskatrolaranum Ametyst.
Mynd: Savnsmynd  
 
28.11.2022 - 14:05

Maðurin, sum varð funnin deyður inni við vestaru bryggju í Havn í gjár, var póllendingur. 

Maðurin sigldi við ísfiskatrolaranum Ametyst, sum liggur við bryggju í Havn. 

Maðurin var saman við einum vinmanni farin í býin í Havn leygarkvøldið. 

Stutt fyri midnátt fór hann einsamallur úr býnum, og fór til skipið.

Vinmaðurin kom heim tíðliga gjáramorgunin, men tá var eingin maður í koyggjuni.

 

Líkið funnið nærindis skipinum

Løgreglan var boðsend og setti kanning í verk. Millum annað vísti fartelefonin hjá manninum, at seinasta signalið var frá eini mastur á kaiini.

Boð vóru tí send eftir froskmanni hjá Tórshavnar sløkkiliði, og hann fann líkið av manninum á botni nærindis Ametyst.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini, Jóannes Østerø, sigur, at eingi tekin eru um nakað brotsverk.

Maðurin var fyrst í 40'unum og hevði konu og trý børn í Póllandi. Avvarðandi hava fingið deyðsboðini.

Maðurin var vanlukkutryggjaður í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985