Fyrrverandi forseti í Guatemala dømdur 16 ára fongsul

Fyrrverandi forseti í Guatemala dømdur 16 ára fongsul
Forsetin og varaforsetin eru dømd fyri tollsvik og stuldur
Otto Pérez Molina, fyrrverandi forseti í Guatemala, hevur fingið 16 ára fongsulsrevsing.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.12.2022 - 08:33

Ein dómstólur í Guatemala hevur dømt fyrrverandi forsetan, Otto Pérez Molina, og varaforseta hansara, Roxanu Baldetti, 16 ár í fongsul.

Pérez og Baldetti vóru ákærd fyri at hava staðið á odda fyri tollsviki, og tey stjólu úti við 20 milliónir frá statinum, tá ið tey sótu við valdið.

Kanningarfólk halda, at tey bæði stóðu á odda fyri einari skipan, har ið innflytarar rindaðu teimum pening fyri at sleppa undan avgjøldum.

Fyrrverandi forsetin í Guatemala segði annars, at hann fór at revsa tey, ið svikaðu landið, hart, tá ið hann varð valdur til forseta í landinum.

Pérez kennir seg snýttan, og hann sigur, at dómurin er sagdur, uttan at rætturin "hevði skuggan av prógvum", sum hann málber seg.

Otto Pérez Molina sat sum forseti í Guatemala frá 2012 til 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974