Ukraina stendur seg væl í dronuálopum, men allar súðir eru ikki syftar

Ukraina stendur seg væl í dronuálopum, men allar súðir eru ikki syftar
Serkønur í russiskum viðurskiftum ávarar ímóti at halda, at viðgongdin hjá Ukraina merkir, at landið stendur Russlandi kurl í vápnamegi
Tór Marni Weihe, ph.d-lesandi í trygdar- og verjupolitikki og serfrøðingur í russiskum viðurskiftum. 
 
19.06.2026 - 09:52

Nú hoyra vit oftari um ógvuslig og oyðileggjandi ukrainsk álop á mál langt inni í Russlandi. 

- Tað kundi bent á, at Ukraina er við yvirlutan í løtuni, men tað vita vit ikki, fyrr enn Russland hevur svarað aftur, sigur Tór Marni Weihe, ph.d-lesandi í trygdar- og verjupolitikki og serfrøðingur í russiskum viðurskiftum. 

 


Ukraina hevur í vikuni framt tvey dronuálop á oljureinsiverk uttan fyri Moskva. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Fyrr í krígnum bankaði Ukraina til fánýtis upp á nógvar vesturlendskar dyr at fáa meira vápn at standa ímóti Russlandi í krígnum. Tað hevur tó skundað so nógv undir ukrainsku menningina av vápnum, serlig dronum, at støðan nú er tann øvugta.

Tór Marni Weihe ávarar tó ímóti at halda, at viðgongdin hjá Ukraina í løtuni merkir, at tey standa Russlandi kurl í vápnamegi - altso uttan at vit telja russisku kjarnorkuvápnini uppí.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19062026_Tor_Marni

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938