Javnaðarflokkurin hevur fund við Sambandið og Framsókn

Javnaðarflokkurin hevur fund við Sambandið og Framsókn
Trý fólk fólk umboða hvønn flokk
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiaðari.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2022 - 15:05

Fyri løtu síðani fór Javnaðarflokkurin á fund við Sambandsflokkin og Framsókn um samgongumøguleikar.

Trý fólk umboða hvønn flokk. 

Frammanundan hevði Aksel V. Johannesen, sum hevur fingið litið upp í hendur at skipa landsstýri, ein stuttan fund við Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi.

Tjóðveldi vísti eisini á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara.

Høgni Hoydal segði einki eftir fundin, men vísti til samráðingarleiðaran.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur ikki avskrivað Tjóðveldi, men hon vil helst hava samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Aksel V. Johannesen hevur sagt, at hann miðar eftir at hava nýggja samgongu í seinasta lagi 22. desember, tá nývalda løgtingið hevur sín fyrsta fund. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342