BIIT gjørt hugtakandi heimildarfilm um noise-tónleik

BIIT gjørt hugtakandi heimildarfilm um noise-tónleik
"Hatta niðurlagið kemur ikki" eitur heimildarfilmur um noise-tónleik, ið ungdómstoymið hjá Kringvarpinum, BIIT, hevur gjørt. Filmurin sæst á heimasíðuni hjá BIIT
 
16.12.2022 - 13:48

Eitt myrkt kvøld mitt í mars høvdu fýra tónleikarar sett sær fyri at órógva okkara fatan av tónleiki og óljóði. 

Ein er tónleikalærari - ein annar kokkur.

Summir áskoðarir komu inn í Perluna hetta kvøldið av berum forvitni, meðan onnur komu fyri at dyrka órógvið, ið verður lýst sum bæði óhugnaligt, men eisini reinsandi. 

Í heimildarfilminum “Hatta niðurlagið kemur ikki”, sum ungdómstoymið hjá KVF, BIIT, hevur framleitt, fylgja vit hesum tónleikarunum á sjálvum tiltakinum, har vit síggja teir framføra, og hoyra teir greiða frá, hví teir vilja niðurbróta tær siðvenjurnar, ið vit vanliga knýta at tónleiki.

Fríði Djurhuus og Petur Sigurð í Króki hava gjørt "Hatta niðurlagið kemur ikki", og filmurin sæst her:

HATTANIDURLAGID_LIDUGTmp4

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672