Bú- og heimatænastan fær alla afturberingina

Bú- og heimatænastan fær alla afturberingina
Sambært framrokningum fær Tvøroyri 67,8 mió. kr. í afturbering í ár
 
02.01.2023 - 09:39

Býráðið á Tvøroyri hevur samtykt at lata eldrasamstarvinum Bú- og heimatænastuni alla afturberingina, sum kommunan fær frá landinum.

Sambært framrokningum fær Tvøroyri 67,8 mió. kr. í afturbering í ár.

Og gjaldið til eldrasamstarvið er, eisini sambært framrokning, 65,3 mió. kr.

Men býráðið er sinnað at lata munin, slakar 1,7 milliónir, til eldrasamstarvið.

Treytin er tó, at hinar seks kommunurnar í oynni, gera tað sama.

 

Fáa meira

Sambært framrokningini fáa fýra aðrar kommunur meira í afturbering enn tær gjalda Bú- og heimatænastuni.

Tvær kommunur hava hall. Tær eru Fámjin og Sumba.

Sambært fíggjarætlanini hjá Bú- og heimatænastuni kostar hon 65,3 mió. kr. 

Ein ætlan, sum er gjørd sambært framrokning, kostar hon 66,2 mió. kr. í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655