Barnaumboðsmaðurin í Noregi krevur málið kannað til botns

Barnaumboðsmaðurin í Noregi krevur málið kannað til botns
Tvær gentur, tvíburar, doyðu eftir at tær høvdu tikið ein møguliga ov stóran skamt av rúsevnum
 
10.01.2023 - 11:46

Barnaumboðsmaðurin í Noregi krevur neyva kanning í málinum um 16 ára gomlu tvíburarnar Mina Alexandra og Mille Andrea Hjalmarsen, sum doyðu eftir at hava tikið rúsevni.

- Hetta er sera álvarslig hending. At børn doyggja, meðan tey eru undir umsorgan hjá barnaverndini er álvarsligt og eigur ikki at henda, sigur Inga Bejer Engh, barnaumboðsmaður í Noregi.

Barnaverndin hevði umsorgan við tvíburunum. Mina og Mille doyðu mánanáttina.

Maður skuldsettur

Ein maður í 20'unum er skuldsettur fyri óviljað manndráp, eftir at løgreglan fekk boð frá eini privatadressu í Spydeberg um tvær ungar gentur, sum høvdu tikið ein møguliga ov stóran skamt av rúsevnum. Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru tvíburagenturnar lívleysar, og ein triðja genta var flutt á sjúkrahús.

Hendingin fór fram heima hjá manninum í 20-árunum, og tað var hann, sum ringdi eftir hjálp. Maðurin var í rættinum í gjár varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Hann noktar seg sekan.

Genturnar eftirlýstar

Norska kringvarpið skrivar, at ein bústovnur í økinum hevði eftirlýst tvíburagenturnar stutt fyri, at tær vóru funnar deyðar.

Løgreglan hevur eisini skuldsett ein mann fyri at hava selt gentunum rúsevni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981