- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Gull, silvur, myntir og sjáldsamar perlur úr víkingatíð

Síðani 2014 hevur Tjóðsavnið gjørt fornfrøðiligar kanningar niðri á Bakka á Velbastað. Talan er um eina bønhústoft við tilhoyrandi kirkjugarði og grøvum.
Gull, silvur og rav
Millum gripirnar, sum eru funnir her, er ein vakur gyltur silvurringur frá 8. - 10. øld. Hetta kann benda á, at kristindómurin var kendur í oyggjunum væl áðrenn tað, ið er at lesa í Føroyinga søgu. Eisini hevur man funnið ein anglo-saksiskan mynt frá ár 910-915.
Millum nýggjastu fundini, sum vóru gjørd í summar, er ein vovin gulltráður.
Talan er um ein uml. 1 mm breiðan, flatan gulltráð – eisini nevnt gull lamella. Gulltráðurin varð funnin ímillum tveir steinar í upprunaligu inngongdini til bønhúsið. Tílíkur gulltráður er ikki funnin í Føroyum áður.
Eisini kom ein sjáldsom tilevnað karneol perla undan kavi í summar. Mett verður, at slíkar tilevnaðar karneol perlur í víkingaøld komu heilt úr Iran, India og Kavkasus. Møguliga eru tær komnar til Føroya gjøgnum víkinga handilsmiðstøðir, sum eitt nú Kaupang í Noregi, har fleiri líknandi karneol perlur eru funnar.
Og í 2021 varð eisini ein ravperla funnin, sannlíkt úr víkingaøld og hon er helst komin úr Skandinavia.
Enn eru fornfrøðingarnir ikki komnir á mál á Velbastað og ætlanin er at halda fram við forngrevstri har í summar.
Lurta eftir samrøðuni við Helga Mikkelsen, fornfrøðing, sum greiðir frá fundunum á Velbastað og forngrevstrinum har.
3D mynd av bønhústoftini á Velbastað: