Turr grind endaði á borðinum hjá heimskenda Joe Rogan

Turr grind endaði á borðinum hjá heimskenda Joe Rogan
Joe Rogan, sum er ein tann kendasti verturin á Youtube og Spotify, fekk í einum av nýggjastu pørtunum av The Joe Rogan Experience handað turra grind úr Føroyum
Heimskendi sjónvarpsverturin Joe Rogan snoddar til turra grind, ið endaði á borðinum hjá honum í einum av nýggjastu pørtunum av The Joe Rogan Experience
Mynd: The Joe Rogan Experience  
 
15.01.2023 - 17:23

Tað skal nógv til at skelka amerikumannin Joe Rogan, ið er vertur á kanska kendastu prátsendingini á bæði Youtube og Spotify, The Joe Rogan Experience. 

Youtube-rásin hjá Joe Rogan hevur yvir 13 milliónir fylgjarar, og tað sigst, at Spotify hevur goldið Joe Rogan 200 milliónir dollarar, fyri at sleppa at hýsa hansara poddvarpi.

Tað sigst eisini, at 11 milliónir fólk lurta eftir hvørjum parti av The Joe Rogan Experience á Spotify. 


Heimskendi Youtube- og Spotify-verturin Joe Rogan

 

Herfyri legði Joe Rogan ein part út á Spotify og Youtube, har hann hevur vitjan av einum øðrum kendum persóni á Youtube nevnliga Sonny Side, ið er vertur á Youtube-rásini "Best Ever Food Review Show". 

Undir prátinum við Joe Rogan, handar Sonny Joe Rogan ein posa við turrari grind og greiðir honum frá serligu føroysku siðvenjuni við grindadrápinum.

Søgurnar um grindadrápið, og videobrot av einum drápi, ið verða víst í upptøkuhølinum, skelka eyðsæð kenda prátvertin. 


Sonny Side í upptøkuhølinum hjá Joe Rogan

 

Hvalir eru serlig djór

Herfyri skrivaðu vit her á heimasíðuni um, at Sonny Side og hansara fólk høvdu verið í Føroyum og gjørt Youtube-sendingar um føroyskan mat og matgerð. 

Hugskotið við rásini hjá Sonny, ið nevnist "Best Ever Food Review Show", er at ferðast kring heimin og royna sermerktan mat.

Sonny, ið sjálvur býr í Vietnma, er ikki kræsin, hvørki hvat viðvíkur tað hann etur, men heldur ikki tá tað kemur til, hvussu maturin verður fingin til høldar. 

Joe Rogan er alt annað enn fegin at hoyra um, at føroyingar halda grind til.

Hann viðgongur, at hann sær hvalir sum eitt serligt djór, ið onkursvegna eru klókari og meira serstakt enn onnur djór. 


Joe Rogan stingur nøsina niður í ein posa við turrari grind

 

Hugtikin av grindadrápinum

Sonny er eyðsæð hugtikin av grindadrápinum, og hann hevur sett seg sera væl inn í siðvenjuna og greiðir Joe Rogan frá allari tilgongdini frá at grindin verður funnin og til maturin stendur á borðinum. 

Serliga hugtikin er Sonny av, at fólk sleppa øllum, ið tey eru í holt við, fyri at fara í grind. 

Joe Rogan snoddar eitt sindur til turru grindina, men hann fær sær ongantíð ein av serliga matinum, ið hava ferðast allan vegin úr Føroyum og til hansara borð í upptøkuhølinum Austin í Texas í USA. 

Um fólk hava hug at síggj allan samrøðun við Sonny, so liggur hon á Spotify og kann hoyrast og síggjast her niðanfyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. desember
Gudstænasta úr Ritvíkar kirkju 2. jóladag 2025
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Hósdag 25. desember
Ljósið rann av kærkeiks runni (1:2)
201928
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Andaktin 2.jóladag
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Hósdag 25. desember
Andaktin 1.jóladag
201981
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201972