Forsetin í Serbia tekur nú frástøðu frá Putin

Forsetin í Serbia tekur nú frástøðu frá Putin
Samstundis er sambandið millum Serbia og Russland versnað, síðani Russland leyp á Ukraina.
Vladimir Putin í Moskva
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
21.01.2023 - 16:31

Enn ein statsleiðari tekur nú frástøðu frá Vladimir Putin.

Forsetin í Serbia, Aleksandar Vucic, er millum annað komin við eini áheitan á Wagner-bólkin, sum hann biður gevast við royndunum at fáa serbar innlimaðar í russiska hernaðarbólkin. 

"Vit hava frá byrjan verið ímóti innrásini. Fyri okkum hoyra Krim og Donbas til Ukraina", sigur serbiski forsetin. 

Sambandið millum Serbia og Russland hevur annars verið gott, og serbiskar stjórnir hava í langa tíð havt ein russisktvinarligan uttanríkispolitikk, eins og Russland hevur stuðlað Serbia á Balkan. 

Har eru sterkar russlandssinnaðar rørslur í Serbia, sigur Flemming Splidsboel, serfrøðingur í uttanríkispolitikki og verjumálum, við DR.

Sambært Bloomberg vísti ein veljarakanning í fjør, at Vladimir Putin er tann heimsleiðarin, sum serbum dámar best.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053