Vil hava nýggju landsstýriskvinnuna at fylgja Demensætlanini

Vil hava nýggju landsstýriskvinnuna at fylgja Demensætlanini
Ætlanin kom í 2015, men framvegis er fyrsta stigið ikki sett í verk
Ann-Mari Jensen er forkvinna í Alzheimerfelagnum
 
23.01.2023 - 11:05

Alzheimerfelagið heitir nú á landsstýriskvinnuna í heilsumálum um at fylgja Demensætlanini frá 2015 og fáa játtanina til landsdemenssamskiparar hækkaða.

Í 2015 var Demensætlanin fyri Føroyar við undirheitinum "Gloymsk, men ikki gloymd", gjørd.

Nú eru vit í 2023, og enn er fyrsta stigið av demensætlanini ikki framt. 14 tilmæli eru í Demensætlanini, og tað fyrsta av teimum er, at fimm landsdemenssamskiparar. ella fólk við servitan um demens, verða sett í starv á Demensklinikkini. Men í løtuni røkkur játtanin bert til tríggjar samskiparar.

 

Margit Stórá er landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Alzheimerfelagið hevur nú sent nýggju landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, eina áheitan um at fáa játtanina hækkaða, soleiðis at fyrsta tilmælið í Demensætlanini kann setast í verk.

Hoyr innslag í útvarpstíðindum:

 

23012023_Demens

 

Tá eitt fólk fær staðfest diagnosuna demens, skal landsdemenssamskiparin beinanvegin fanga familjuna og tann, sum er sjúkur. Samskiparin skal vera armurin út til kommunurnar og Almannaverkið hjá tí sjúka og hjá teimum avvarðandi, og virka sum teirra kontaktfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037