Holocaustdagur varpar ljós á Ukraina

Holocaustdagur varpar ljós á Ukraina
Nám og Amnesty International, Føroya deild, skipa fyri degnum í hádeildini í fólkaskúlanum
ST hevur ásett 27. januar at vera altjóða minningardag fyri Holocaust- og onnur fólkadráp.
 
26.01.2023 - 10:58

Í morgin verður "Dagurin fyri altjóða Holocaust- og onnur fólkadráp" hildin í hádeildini í fólkaskúlanum. Dagurin er altjóða minningardagur, sum ST hevur ásett.

Tað eru Nám og Amnesty International, Føroya deild, ið skipa fyri degnum. Áhugin er vaksin so mikið, at í ár verða eftirskúlar, miðnáms- og yrkisskúlar eisini bodnir við.

 

Hungursdráp

Evnið er í ár "Holodomor", ið merkir hungursdráp. Tað sipar til eina hending, ið fór fram í núverandi Ukraina í 1932-1933, tá ið Stalin tømdi korngoymslur í landinum. Hetta elvdi til hungursneyð, og fleiri milliónir fólk lótu lív.

Í sambandi við holocoustdagin, hevur Nám gjørt nakrar stuttfilmar um Holocaust, har føroyingar siga frá.  

Í gjárkvøldið vórðu tríggir av filmunum vístir í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Í kvøld vera fýra vístir. 

Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, sigur frá teimum, sum bera brek, og vóru fyribeind í Nasitýsklandi undir krígnum.

Mariia Shvets Olsen, sum er úr Ukraina, men býr í Føroyum, sigur frá, hvussu søguliga Holodomor ávirkar Ukraina í dag, og hvussu ymiskt foreldrini eru rakt av krígnum.

 

 

Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, fortelur, hvussu public service miðilin velur tíðindi úr einum krígsherjaðum landi, og nemur við, hvat kann henda, tá ið tú fyrilitarleyst hyggur at tíðindum.

Eisini greiðir Aksel V. Johannesen, løgmaður, frá, hvat Føroyar kunnu gera at hjálpa londum í neyð.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485