G! festivalurin klárur við fyrstu tónleikanøvnunum

G! festivalurin klárur við fyrstu tónleikanøvnunum
Fyrst seks nøvnin, ið eru kunngjørd til G! festivalin í summar, eru seks norðurlendskar kvinnur, ið eita Jada, Bríet, Irene, Brimheim, Lucy Lo og Eivør
Fyrstu seks nøvnini, ið G! hevur kunngjørt koma at spæla á ársins festivali, eru seks serkar norðurlendksar kvinnur
 
29.01.2023 - 00:22

G! festivalurin hevur nú kunngjørt fyrstu nøvnini, ið verða at hoyra í Syðrugøtu í summar. 

Sterka tilknýtið, ið G! festivalurin altíð hevur havt til norðurlond, er enn einaferð eyðsæddur, tí talan er um seks sterkar norðurlendskar kvinnurøddir, ið vera at hoyra. 

 

Jada (DK)

Jada hevur við síni stóru rødd, væl snaraðu poppløgum og soulkenda R&B ljóði, sett seg til borðs við toppnøvnunum í donskum tónleiki.

Hennara hjartaligi og erligi tónleikaheimur skumpar undir mørk, genrur og rák. Hetta hevur skapt virðing fyri henni bæði úti og heima.

Jada hevur spælt á størstu festivalunum í heimlandinum, eitt nú framførdi hon á Orange pallinum á Roskilde festivalinum í fjør, og um ummælini eru eftirfarandi, so kunnu fólk byrja at gleða seg til at hoyra hana á Gøtusandi.  

 

Bríet (IS)

Bríet er eitt tað fólkakærasta navnið á íslendska tónleikapallinum. 

Í 2021 vann hon heiðurin fyri ársins útgávu, besta sangara og besta teksthøvund av íslendsku tónlistaheiðurslønunum. 

Stóru hittini ’Esjan’, ’Fimm’ og ’Rólegur kúreki’ eru fólkaogn í heimlandinum, og nú byrjar umheimurin veruliga at varnast songkvinnuna.

 

Irene (FI)

Ráur, sansaligur norðurlendskur listapoppur kallar onkur tónleikin hjá Irene, og tað er ivaleyst ikki heilt av lagi lýsing. Tí hetta er hugtakandi.

Songkvinnan er eisini lýst sum finska kærleiksbarnið hjá Bjørk, Fever Rey og Kate Bush. 

Irene gjørdi fyrstu ferð vart við seg í 2017 við staklagnum "Keep on Walking".

Hon skrivar hugvekjandi, djúpar tekstir og ger løg, ið gamaní eru listarlig, men sum eisini hava stóra poppdygd.

Í 2022 gjørdi Irene veruliga vart við seg, tá ið hon skrivaði tónleikin til heimildarrøðina "Untold Arctic Wars".

 

Brimheim (FO)

Brimheim, sum er tónlistanavnið hjá Helenu Heinesen Rebensdorff, er eitt av mest spennandi rokknøvnunum á danska tónleikapallinum.  

Fyrsta heildarútgávan "I Can't Hate Myself Into Another Shape" er ein av mest ummælararóstu útgávunum í Danmark seinasta árið.

Plátan hjá Brimheim var eisini millum pláturnar, ið Plátupanelið í útvarpinum dróg fram á blik, tá best føroysku pláturnar í 2022 skuldu veljast. 

Útgávan er persónlig og bersøgin, men hon er eisini góðir sangir og góður rokkur.

Brimheim hevur ferðast víða um við sínum tónleiki, og hevur eitt nú umboðað Føroyar á stórum ídnaðarfestivalum sum Iceland Airwaves, By:Larm og Euro Sonic. 

Á Faroese Music Awards í 2022 var Brimheim stóri vinnarin, og nú Gaffa hevur avdúkað tilnevningarnar til ársins Gaffa heiður, hevur Brimheim møguleika at vinna seks ymiskar heiðurslønir. 

 

Lucky Lo (SE/DK)

Svensk/danska Lucky Lo finnur íblástur í fólkatónleki, svenskum poppi og bulgarskum og japanskum tónleiki, og alt hetta ger blandið, ið er ljóðmyndin hjá Lucky Lo,.

Hetta er alt-poppur, litfagur, erligur, kensluborin og ektaður tónleikur, ið flytur seg millum tað dansivinarliga og tað inniliga, men sum altíð verður borin av hesi somu røddini við so nógvari dýpd og inniligheit. 

Fyrsta útgávan hjá Lucky Lo "Supercarry" kom út í mars í fjør, og síðani tá hevur bólkurin ferðast kring Danmark við tónleikinum.

Lucky Lo er ein bólkur, ið ummælararnir hava róst til skíggja, og sum ferð eftir ferð hevur víst á palli, at tey liva upp til stóru orðini.

 

Eivør (FO)

Eivør og G! hoyra saman.

Eivør var, sum limur í Clickhaze og Grót, við til at sjóseta G! festivalin í 2002. Og síðani tá hevur Eivør verið eitt fast navn á G! skránni - fyrst sum partur av Clickhaze, men síðani solo. 

Sjálvandi verður Eivør eisini at hoyra á G! í ár, hóast konsertferðirnar úti í hemi blíva alsamt drúgvari og meira umfatandi, so hevur Eivør altíð tíð at ferðast aftur á slóðina til heimbygdina Syðrugøtu. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977