Havnarlagið á Sandi ruddast

Havnarlagið á Sandi ruddast
Skemmandi bingjur og annað, sum óruddar havnarlagið, skal beinast burtur í seinasta lagi 1. mars, sigur Sands kommuna.
Mynd: Sands kommuna  
 
29.01.2023 - 10:51

Sands kommuna troyttast nú av ymiskum óruddi á havnarøkinum á Sandi, og tí verður heitt á borgarar og fyritøkur, sum hava lutir ella órudd á havnaøkinum um at beina hetta burtur av økinum.

Tað skal gerast skjótast gjørligt og í seinast lagi tann 1. mars.

Kommunan nevnir til dømis bingjur á økinum, sum eru sjónliga í ringum standi og skemma.

Bingjur, sum standa á havnaøkinum og ikki hava loyvi frá Sands kommunu, skulu fáa loyvi upp á pláss, ella verða tær beindar av økinum.

Sands kommuna sigur, at verða lutir ella órudd ikki ruddað burtur innan 1. mars, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037