StÍF sendir neyðhjálp til Turkalands

StÍF sendir neyðhjálp til Turkalands
Ítróttarfelagið StÍF á Strondum hevur tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í raktu økjunum í Turkalandi eftir jarðskjálvtan, sum nú hevur kravt yvir 15.000 mannalív
Berkan Otman, høvuðsvenjari hjá StÍF, og konan Manolya Otman
Mynd: StÍF  
 
09.02.2023 - 05:00

Á vestara armi av Skálafjørðinum kennist vanlukkuliga støðan í Turkalandi eftir jarðskjálvtan meira nærverandi enn aðrastaðni í landinum. 

Høvuðsvenjarin hjá StÍF, Berkan Otman, er úr Turkalandi, men býr í Føroyum saman við konu síni Manolya og tveimum synum.

StÍF skrivar í tíðindaskrivi, at Berkan hevur fleiri vinfólk í økjunum, sum eru rakt av jarðskjálvtanum. Onkur av vinfólkum venjarans eru ikki komin afturíaftur. 

Tí hevur ítróttarfelagið tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í Turkalandi, har talið av deyðum eftir jarðskjálvtan í bæði Sýria og Turkalandi nú er yvir 15.000 fólk

"Nógv fólk hava mist hús og heim, og tað er kalt í Turkalandi í løtuni. Tí hava vit í StÍF valt at gera eina roynd at hjálpa við heitum klæðum. Tað er okkara vón, at hjálpin fer at gera mun fyri tey menniskju, sum fáa hesa hjálpina úr Føroyum," sigur Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, í tíðindaskrivinum. 

 

10 stórir pakkar 

StÍF hevur saman við Rumeniahjálpini á Strondum pakkað 10 stórar eskjur, ið eru klárar at senda við flogfrakt.

Í eskjunum eru góð og heit klæði, teppi, jakkar, sápa og annað.

Turkiska sendistovuna í Keypmannahavn skipar fyri, at hjálpin verður flogin sum skjótast úr Keypamannahavn til Turkalands og førd víðari til vanlukkuøkini.

Neyðhjálpin fer úr Føroyum í hesi vikuni, og gongst sum ætlað, kemur hjálpin til tey neyðstøddu um fáar dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980