Fara í Landsrættin við máli um blúnisbrot og stuldur

Fara í Landsrættin við máli um blúnisbrot og stuldur
Ákæruvaldið fer at krevja, at dømdi maðurin fær 14 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing
Ákæruvaldið hevur skotið dómin í einum máli um blúnisbrot og stuldur inn fyri Landsrættin. /Savnsmynd)
 
15.02.2023 - 12:53

Ákæruvaldið fer í Landsrættin við dóminum, sum ein maður í tríatiárinum fekk í Føroya rætti fyri tveimum vikum síðan.

Maðurin fekk eitt árs fonsulsrevsing fyri samlegu við barn og blúnisbrot, og fyri stuldur frá búfólki á ellisheimi. Brotini vóru framd í 2018 og 2019.

Meginparturin av dóminum var treytaður, maðurin skuldi inn at sita í tríggjar mánaðir.

Maðurin tók við dóminum, men nú hevur ákæruvaldið kært dómin til Landsrættin við kravi um at maðurin fær 14 mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing.

Sama krav, sum ákæruvaldið hevði í Føroya rætti.

Málið kemur í fyrsta lagi fyri í Landsrættinum í august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161