Markið fyri uppihaldsloyvum til ukrainar um at vera rokkið

Markið fyri uppihaldsloyvum til ukrainar um at vera rokkið
Markið er tó ikki galdandi fyri familjusamanføring, og tí kunnu fleiri enn tilsamans 200 ukrainar koma til Føroya
Á Útlendingastovuni staðfesta tey, at fleiri ukrainar koma til landið.
 
22.02.2023 - 16:30

Markið fyri, hvussu nógvir ukrainar kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum, er um at vera rokkið. Tað vísa tøl frá Útlendingastovuni. 

Í alt 200 ukrainar kunnu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Sambært tølunum frá Útlendingastovuni hava 127 ukrainar higartil fingið uppihaldsloyvi.

Markið upp á 200 er tó ikki galdandi fyri familjusamanføring. Fyri familjusamanføring er einki mark, og tí kunnu tað í alt koma fleiri enn 200 ukrainar til Føroya. 

Á Útlendingastovuni staðfesta tey, at fleiri ukrainar koma til landið.

 

Sólvá G. Dam er deildarleiðari á Útlendingastovuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hava meira at gera

- Tað merkist á arbeiðsbyrðuni hjá okkum, at Føroyar hava valt at tikið móti ukrainum. Hetta er ein nýggj uppgáva, og tí skulu fleiri nýggjar mannagongdir gerast, sigur Sólva G. Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni. 

Fyrsta loyvið um uppihaldsloyvi til ukrainar var latið 12.apríl í fjør, stutt eftir at serlógin um persónar, sum eru riknir úr Ukraina, kom í gildi. 

Í alt 135 ukrainar hava søkt um uppihaldsloyvi. Fýra bíða eftir svari, og fýra hava fingið noktandi svar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786