B68: Meir enn tríkvart millión í halli

B68: Meir enn tríkvart millión í halli
Undirskotið hjá B68 fyri 2022 var 800.000 krónur og kemur av í stóran mun av avsetingum og óvæntaðum útreiðslum, sigur fótbóltsfelagið á Toftum
Reyður fagnaður við Løkin í oktober, tá B68 tryggjaði sær Betri-plássið og sendi NSÍ niður
 
02.03.2023 - 13:25

Meir enn tríkvart millión í undirskoti. 

Tað vísti roknskapurin hjá B68, sum varð lagdur fram á aðalfundi í gjárkvøldi. 

Halli, sum er 800.000 krónur, kemur í høvuðsheitum av "avsetingum og óvæntaðum útreiðslum og tiltøkum fyri at varðveita sæti í fremstu røð í føroyskum fótbólti", skrivar B68.

Felagið skrivar, at hallið ikki kemur at ávirka raksturin í ár, og vil vera við, at skuldin er burtur verður skuldarfrítt í summar. Búskettið er størri í ár, skrivar felagið, tí B68 hevur lið í bestu og næstbestu deildini, meðan kvinnurnar verða aftur at síggja í vaksnamannafótbólti.

Hóast hetta, væntar B68, at felagið fer at hava yvirskot í 2023.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980