Trygd og verjupolitikkur í norðuratlantshavi

Trygd og verjupolitikkur í norðuratlantshavi
Fólkatingið hevur játtað fígging til eina granskingarskrá í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Norðuratlants-økinum í tíðarskeiðnum 2023 til 26. 
 
19.01.2024 - 17:51

Tað er Granskingarráðið, ið fyrisitur skránna, og sum nú lýsir eftir teimum fyrstu umsóknunum til skránna FASDiNA, sum er stytting fyri Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic.

Tøka játtanin í fyrsta stuðulsumfarinum er 6,9 mió. kr. Ætlanin er at stuðla tveimum granskingarverkætlanum og trimum ella fýra styttri ritum, ella Policy Papers, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuni.

Yvirskipaða endamálið er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlants-økinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum øki.

Harafturat vil skráin stuðla førleikamenning í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Føroyum og Grønlandi umvegis ph.d. og postdoc verkætlanir.

Bráðnandi ísurin í Arktis orsakað av veðurlagsbroytingum hevur latið upp fyri nýggjum flutningsfarleiðum. Hetta hevur við sær øktan altjóða áhuga í Norðuratlantsøkinum og Arktisk og hevur latið upp fyri nýggjum uttanríkis- og trygdarpolitiskum spurningum í økinum.

Økt trýst er á Føroyar og Grønland frá stórveldum, sum royna at ávirka londini umvegis handilsligar og politiskar gerðir. Uttanhýsis trýstið kann ávirka bæði innlendis og útlendis dynamikkin, sum formar sambondini millum Føroyar, Grønland og Danmark, skrivar Granskingarráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659