Hava átta mál um mannin, sum seldi á netinum

Hava átta mál um mannin, sum seldi á netinum
Maðurin seldi kjøt, fiskiloyvi, bátar og bátamotorar, men keypararnir fingu ongantíð vøruna
Maðurin, sum hevur snýtt við sølu á netinum, ringdi týsnáttina og vildi sleppa at tosa við ein ávísan politist.
 
01.02.2024 - 10:28

Maðurin, sum hevur selt á sosialum miðlum, men ikki latið keyparunum tað, sum hann seldi og fingið pengar fyri, er framvegis í Danmark.

Tá politiið visti, hvør maðurin er, og skuldi taka hann, var hann farin til Danmarkar.

Men týsnáttina ringdi hann úr Danmark til politiið í Føroyum.

Hann segði tá, at hann vildi tosa við ein ávísan politist.

Tá hesin ringdi til hansara í gjárkvøldið, tók hann ikki telefonina.

Maðurin seldi kjøt, fiskiloyvi, bátar og bátamotorar.

Politiið hevur átta mál um mannin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688