- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnuhúsið: Ein fyrimunur at føroyingar umsita arbeiðs- og uppihaldsloyvi
Vinnuhúsið: Ein fyrimunur at føroyingar umsita arbeiðs- og uppihaldsloyvi
Peningur er settur av á fíggjarlógini til yvirtøku av umsitingini av arbeiðs- og uppihaldsloyvum í Føroyum. - Tað kann stytta um avgreiðslutíðina, sigur stjórin í vinnuhúsinum

Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum heldur tað vera ein fyrimun at føroyingar umsita arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
06.02.2024 - 19:23
- Tað er ein fyrimunur, at umsitingin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum er í Føroyum, tá tað kemur til føroysk viðurskifti.
Soleiðis sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.
Peningur er settur av á fíggjarlógini til yvirtøku av hesum eftirlitinum sambært landsstýrismanninum, Bjarna Kárason Petersen, sum varðar av útlendingamálum.
Yvirtøkan verður væntandi í vár, sigur Bjarni Kárason Petersen. Frameftir fara føroyskir myndugleikar sostatt at hava eftirlit við, hvat hendir við teimum útlendingunum, sum verða sagdir úr starvi á føroyskum arbeiðisplássum.
Hoyr innslag við Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, í útvarpstíðindunum
1652677
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























