Goysir aftur í Íslandi

Goysir aftur í Íslandi
Sprungan er tríggjar kilometrar, og eldgosið er á somu leið sum gosið var, sum byrjaði 18. desember í fjør
Sprungan er tríggjar kilometrar, og eldgosið er á somu leið sum gosið var, sum byrjaði 18. desember í fjør
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.02.2024 - 08:04

Tað goysir nú aftur í Íslandi.

Eldgos byrjaði á Reykjanesi í morgun.

Hetta gosið er ikki so tætt við Grindavík sum gosið í januar. 

Sprungan er tríggjar kilometrar, og eldgosið er á somu leið sum gosið var, sum byrjaði 18. desember í fjør.

Tað gosið vardi í 60 tímar.

Hálvan tíma fyri eldgosið vóru nógvir jarðskjálvtar. 

Ikki er vandi hjá fólki og bygningum nú, men øll, sum vóru í Bláa lóni, eru flutt haðani í onnur gistingarhús.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329