Fara teir ungu at basa eysturoyingum?

Fara teir ungu at basa eysturoyingum?
Stórur spenningur er um finaluna í spurnarkappingini um føroyskan dans og kvæðamentan, "Tú manst vita frá mongum at siga", sum verður leygarkvøldið á Reinsarínum
Tey kvøða
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.02.2024 - 12:40

Í seinri hálvfinaluni í spurnarkappingini, "Tú manst vita frá mongum at siga", varpaðu Ung í dansi tey garvaðu dansifólkini í Leikum fagurt, á Sandi, úr kappingini. Og í fyrru hálvfinaluni vann liðið úr Eysturoyar dansifelag á Vága dansifelag.

Tí er lagt upp til eina sera spennandi finalu í sermerktu spurnarkappingini um føroyskan dans og føroyska kvæðamentan leygarkvøldið. 

Teir tríggir í Ungum í Dansi, Kristian Joensen, Dávid Nattestad og Brestir Bjarnastein Restorff, fingu fult stigatal í seinri hálvfinaluni. 

Í fyrru hálvfinaluni togaðu eysturoyingar seg upp ímóti fullum stigatali, og tí verður áhugavert at vita, hvat av liðunum megnar best at svara spurningunum. Katrina Hansen, Jóannes Djurhuus og Jón Rói Høgnesen umboða Eysturoyar Dansifelag.

Send beinleiðis úr Reinsarínum

Finalan verður send beinleiðis í útvarpinum úr Reinsarínum í Havn leygarkvøldið eftir tíðindini klokkan 18.15. 

Dyrnar á Reinsarínum lata upp klokkan 17.30 og lata aftur klokkan 18.00. Sjálv kappingin byrjar klokkan 18.15.

Meðan liðini yrkja eitt ørindi, verður sungið. Tórður Mikkelsen skipar fyri. 

Tá formaðurin í Sláið ring, Gunnar Restorff, hevur hildið røðu, og vinningarnir eru handaðir, verða borðini ruddað til viks og tikið verður saman. 

Eftir at spurnarkappingina og tiltakið hjá Kringvarpi Føroya, verður almennur føroyskur dansur á Reinsarínum. Tøkum lætt skipar fyri. 

Hvat: Finalan í "Tú manst vita frá mongum at siga"
Hvar: beinleiðis í útvarpinum,
Nær: Leygarkvøldið kl. 18.15

Rasmus Joensen, Jónleif Johannesen, Elin Maria Olsen og Jóhann Mortensen hava gjørt spurningarnar og leggja til rættis.
Høgni Fagraberg og Kári Annand Berg eru tøkningar.

---

Skrá:

17:30    Dyrnar lata upp
18:00    Dyrnar lata aftur
18.15    Tú manst vita frá mongum at siga.
Meðan luttakandi dansifeløgini yrkja, syngja vit felagssang.
19:45    Steypahandan
20:00    Føroyskur dansur – beinleiðis í útvarpinum. Vit kvøða: Harra Pætur og Elinborg
Tá Harra Pætur og Elinborg er kvøðið, fáa tey, ið hava bílagt mat, ein bita.
Tøkum lætt skipar fyri almennum dansi á Reinsarínum. Føroyski dansurin er ókeypis.

GG. Dyrnar eru læstar frá kl 18.00 til eftir steypahandanina

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190