Kommunufelagið: Broyting máar undan rættartrygdini

Kommunufelagið: Broyting máar undan rættartrygdini
Uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta fjarskiftislógina fær av at vita í hoyringarsvari hjá Kommunufelagnum
Kommunufelagið sigur tað vera ov ógreitt, hvørjar upplýsingar Fjarskiftiseftirlitið kann krevja. (Savnsmynd)
 
12.02.2024 - 14:09

Uppskotið hjá landsstýrinum um at broyta fjarskiftislógina máar undan rættartrygdini.

Uppskotið fær av at vita í hoyringarsvari hjá Kommunufelagnum.

Landsstýrið ætlar at geva Fjarskiftiseftirlitinum størri heimildir at fremja nettrygd og verja føroyingar fyri netálopum.

 

Kortleggja og kanna

Endamálið við uppskotinum er at geva Fjarskiftiseftirlitinum heimild til at kortleggja og gera kanningar á netinum. 

Uppskotið er týðandi liður í at røkka málinum í nettrygdarætlanini hjá landsstýrinum frá september í fjør, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Kommunufelagið sigur tað vera ov ógreitt, hvørjar upplýsingar Fjarskiftiseftirlitið kann krevja.

Fjarskiftislógin hevur frá byrjan havt eitt heilt annað endamál enn tað, sum hetta uppskotið leggur upp til, - tað eru trygdarpolitiskar heimildir.

 

Virkisøki skerd

Ein avleiðing kann vera, at dómsvaldið ikki vil loyva myndugleikanum at handhevja reglurnar soleiðis, sum tær eru ætlaðar.

Ein avleiðing av uppskotinum er eisini, at virkisøkini hjá innlitslógini, dátuverndarlógini og skjalasavnslógini vera nógv skerd. 

Hetta verður gjørt, uttan at samsvarandi reglur ella fyriskipanir koma.

Innlitslógin og dátuverndarlógin halda uppi rættartrygdini hjá fólki, virkjum og øðrum. 

 

Kommunufelagið mælir landsstýrinum frá at fara í tingið við uppskoti um broytingar i fjarskiftislógini. 

 

Bíða eftir nettrygdarlógini

Avleiðingin av lógarbroytingunum verður, at máað verður undan rættartrygdini í samfelagnum, sigur Kommunufelagið. 

Felagið mælir landsstýrinum frá at fara í tingið við uppskotinum.

- Heldur skulu vit bíða eftir nettrygdarlógini, sum landsstýrið sigur seg ætla leggja fram í næstu tingsetu, sigur Kommunufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659