- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nato vil framleiða meiri lóður
Tá ið verjumálaráðharrarnir í Nato hittast á fundi í hesi vikuni, skulu teir m.a. kjakast um, at ferð skal setast á at framleiða lóður.
Tað sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato.
Seinasta mánaðin hevur Nato gjørt avtalur um størri framleiðslu av lóðuri 10 milliardir dollarar.
- Hesa vikuna kunngjørdi Týskland, at ein verksmiðja verður byrgd í landspartinum Niedersachsen. Og tá full ferð er komin framleiðsluna, kann hon framleiða 200.000 spreingiknøttar, segði aðalskrivarin í Nato á tíðindafundi fyrrapartin.
Útreiðslur til verju
Spurdur, hvørji lond lúka málið um at brúka í minsta lagi tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju, svaraði hann:
- 18 lond halda málið um tvey prosent, og tað eru seks ferðir so nógv, sum tá málið um tvey prosent var samtykt, segði Stoltenberg á tíðindafundinum.
Týskland hevur fyri fyrstu ferð síðani 1992 rokkið málinum hjá Nato um at brúka í minsta lagi tvey prosent av BTÚ til verju, skrivar DPA-tíðindastovan, sambært Reuters.
Russiska innrásin hevur ávirkað
Týskland, sum hevur størsta búskap í Evropa, hevur av álvara sett ferð á verjuøkið eftir russisku innrásina fyri tveimum árum síðani.
Týska stjórnin ætlar at brúka góðar 73,4 milliardir dollarar til verju í ár. Tað eru 2,01 prosent av BTÚ.
Og samstundis sum Stoltenberg helt tíðindafundin, boðaði danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, frá, at Danmark fyri fyrstu ferð hevur brúkt í minsta lagi tvey prosent av BTÚ til verjuna.