Var eisini dømdur fyri 11 onnur brot

Var eisini dømdur fyri 11 onnur brot
Politiið avlurtaði mannin, og tá skal hann hava sagt, at hann var ein av teimum týdningarmiklu á hassjmarknaðinum í Føroyum
Dømdi maðurin hevur biðið um tíð at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við dóminum. (Savnsmynd)
 
20.02.2024 - 09:35

Maðurin, sum fríggjadagin fekk trý ára fongsulsrevsing í einum dómsmansrætti í Føroya rætti fyri at smugla sløk 26 kilo av hassji til Føroya, var eisini ákærdur og dømdur fyri 11 onnur brot á lóggávuna um rúsevni.

Millum annað er hann dømdur fyri at selja amfetamin.

Rætturin legði dent á stóru hassjnøgdina, og at maðurin hevði ein avgerandi lut í smuglingini.

Politiið avlurtaði mannin, og tá skal hann hava sagt, at hann var ein av teimum týdningarmiklu á hassjmarknaðinum í Føroyum.

Maðurin bað um tíð at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við dóminum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717