Einki virksemi í Familjudeplinum, men stovnurin er ikki niðurlagdur

Einki virksemi í Familjudeplinum, men stovnurin er ikki niðurlagdur
Seinnapartin í morgin verður fundur í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um, hvussu tilboðið skal skipast til børn, sum møguliga eru umsorganarsvikin
Einki virksemi hevur verið í Familjudeplinum í umleið tvey ár. (Savnsmynd)
 
22.02.2024 - 13:40

Politisk støða er ongantíð tikin um at niðurleggja Familjudepilin í Almannaverkinum. 

Men innlit, sum Kringvarpið hevur fingið, vísir, at Almannaverkið avgjørdi at steingja Familjudepilin í 2022 og kunnaði Almannamálaráðið um tað á fundi tann 20. mai í 2022.

Innlitið vísir eisini,  at lokalar barnaverndartænastur og Barnaverndarstovan javnan minna Almannaverkið á eitt tilboð til børn, sum møguliga skulu umsorganaryvirtakast, bæði í juni í 2022 og árið eftir, í juni 2023.

Einki hendir, fyrr enn Kommunufelagið sendir landsstýrismanninum skriv, har spurt verður, hvat játtanin, sum enn stendur á fíggjarlógini, verður brúkt til. 

Samskifti millum tey, sum arbeiða við børnum á ymiskum stigi, vísir, at tey hava umhugsað at flyta børnini til Danmarkar, tí einki tilboð hevur verið í Føroyum.

 

(Savnsmynd)

 

Barnaverndin ikki kunnað

Hóast Almannamálaráðið var kunnað í mai í 2020 um, at Almannaverkið hevði stongt familjudepilin, fingu barnaverndartænastan og Barnaverndarstovan onga kunning fyrr enn í juni 2022, tá ið tær sjálvar vendu sær til Trivnaðardepilin. 

Í oktober í 2022 setur Djóni Nólsøe Joensen, sum tá var løgtingsmaður, landstýrismanninum í almannamálum fyrispurning um Familjudepilin. Tá verður upplýst fyri tingmanninum, at fimm familjur hava verið á Familjudeplinum í 2021, og at stovnurin skal vera fullmannaður alt árið, hóast lítið virksemi er.

Almannaverkið hevur roynt at skipa arbeiðið hjá starvsfólkunum soleiðis, at starvsfólk í Familjudeplinum hava tikið vaktir á samdøgursstovnum fyri børn og ung, tá einki virksemi hevur verið í Familjudeplinum. 

Hetta hevur tó ikki virkað eftir ætlan, tí starvsfólkini skulu vera tøk í Familjudeplinum við stuttum skotbrái, tá ið ein familja verður innskrivað har. 

 

(Savnsmynd)

 

Órógv í arbeiðnum

Hetta hevur við sær nógv órógv í arbeiðinum á samdøgursstovnunum fyri børn og ung.

Sólvit Nolsø, sum var landsstýrsmaður tá, sigur, at Almannamálaráðið og Almannaverkið royna at fáa greiðu á, hvussu virksemið á Familjudeplinum skal skipast í framtíðini, millum annað hvussu verður við starvsfólkunum, sum í løtuni eru flutt í onnur størv í Almannaverkinum.  

 

Fundur í morgin  

Seinnapartin í morgin verður fundur í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um, hvussu tilboðið skal skipast til børn, sum møguliga eru umsorganarsvikin.

Á fundinum í morgin verða umboð fyr Kommunufelagið, lokalu barnaverndartænasturnar, Barnaverndarstovuna, Almannaverkið umframt landsstýrisfólkini í barna- og útbúgvingarmálum og almannamálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360