Yngri kvinnur í Føroyum eru konservativari enn eldri kvinnur

Yngri kvinnur í Føroyum eru konservativari enn eldri kvinnur
- Tað er serstakt fyri Føroyar, at yngri kvinnur eru konservativari enn eldri kvinnur, sigur Heri á Rógvi, stjóri í greiningarfyritøkuni Lóður
26 prosent av føroyskum kvinnunum millum 18 og 44 ár hella til tann konservativa vongin, meðan einans 18 prosent av kvinnunum millum 45 og 75 ár gera tað sama
Mynd: shutterstock.com  
 
23.02.2024 - 19:10

Tað er ikki ókent, at menn í størri mun enn kvinnur eru høgrasinnaðir og konservativir. 

Heilir filmar eru gjørdir um fyribrigdið, eitt nú hin kendi "Grumpy Old Men" við navnframu amerikonsku sjónleikarunum Jack Lemmon og Walter Matthau. 

Føroyar eru einki undantak í so máta, tí eisini her eru menn í størri mun høgrasinnaðir og konservativir, meðan kvinnur í størri mun eru vinstrasinnaðar og progessivar. 

Tað vísír javnstøðukanningini frà í fjør, sum Fróðskaparsetrið gjørdi fyri Javnstøðunevndina, Demokratia og Almanna- og mentamàlaràðið. 

 

Fingu kaffið skeivt í hálsin

Men tað, ið er serstak fyri Føroyar er, at ungar kvinnur eru konservativari enn eldri kvinnur -  tær gerast sostatt progressivari við aldrinum. 

Greiningarfyritøkan Lóður savnaði dáturnar til javnstøðukanningina, og tað eru Heri á Rógvi og Heri Joensen, ið hava greinað úrslitini, sum verða brúkt í hesari grein.

- Úrslitini vísa, at yngru kvinnur eru meira konservativar, og vit fingu kaffið eitt sindur skeivt í hálsin, tá vit sóu tað fyrstu ferð, ásannar Heri á Rógvi, stjóri í Lóður. 

 

Høgra/vinstra og konservativ/progressiv

Í javnstøðukanningini eru fólk biðin um at svara, hvar tey halda seg liggja á politiska ásunum - ávíkavíst  høgra/vinstra og konservativ/progressiv.  

Tá talan her er um høgra/vinstra, so verður hugsað um hugburð til búskaparlig viðurskifti, t.d. hvussu ymsu virðini skulu býtast, um skattur og avgjøld skulu hækka ella lækka o.s.fr. 

Tá talan er um konservativ/progressiv, so verður hugsað um hugburð til m.a. um hjúnabandslóg, tilflyting, rúsdrekkalóg, halgidagslóg o.s.fr.

 

 


Her sæst, at 26 prosent av kvinnum millum 18 og 44 ár hella til tann konservativa vongin, sambært greiningini hjá Lóður. Hinvegin, eru tað einans 18 prosent av kvinnunum millum 45 og 75 ár, ið gera tað sama. 

 

Vit fingu kaffið eitt sindur skeivt í hálsin, tá vit sóu tað fyrstu ferð
 - Heri á Rógvi, stjóri í Lóður

 

Mynstrið sæst eisini aftur í, hvussu kvinnur svara í sambandi við hugburð til progressiv virði, vísa Heri á Rógvi og Heri Joensen á. 

 

Tað kom veruliga óvart á teir báðar í greiningarfyritøkuni Lóður, at eldri føroysku kvinnurnar siga seg vera progressivari enn tær yngru. 

- Tí eru tølini kannað fleiri ferðir, og úrslitið er rætt, sigur Heri á Rógvi. 

 

240222_WEB_HERI

 

Ikki óvanligt, at smá samfeløg eru meira konservativ

Úrslitini koma ikki óvart á Regin Berg, stjórnmálafrøðing, sum heldur, at religión spælir ein stóran leiklut í, at yngri føroyskur kvinnur eru konservativari í mun til yngri kvinnur í øðrum Norðurlondum.

- Lítil samfeløg eru meira konservativ, vísir Regin Berg á. 

 

240222_WEB_REGIN_1

 

Ungar kvinnur kenna ikki myndina aftur

Tvær ungar kvinnur, sum ganga á Glasi, kenna seg ikki aftur í konservativu myndini.

Bjørg Egholm og Sólja Sigmundardóttir siga seg báðar vera progressivar og vinstrasinnaðar. Og teirra fatan er, at onnur ung eru eisini tað. 

Tí kemur tað óvart á tær, at ungar føroyskar kvinnur siga seg vera konservativari enn eldri kvinnur. 

 

240222_WEB_GLASIR_1

 

Kortini vísir Bjørg Egholm á, at konservativar ungar kvinnur møguliga ikki hava hug at tosa hart um politiska sannføring. 

 

Eg veit, at har kanska eru summar gentur, sum eru eitt sindur konservativar, men eg haldi ikki, at tær tosa líka hart um tað
 - Bjørg Egholm, næmingur á Glasi

 

240222_WEB_GLASIR_2
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321