Bilur rendi á hús í Blómubrekku

Bilur rendi á hús í Blómubrekku
Rúsdrekkakoyring, innbrot, brummugisting og brot á tilhaldsreglur er nakað av tí, politiið hevur arbeitt við síðsta samdøgrið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2024 - 12:42

Umleið klokkan 19.30 í gjárkvøldið rendi ein bilur á eini hús í Blómubrekku í Havn. Fleiri mans vóru í bilinum, men eingin teirra fekk nevniverdan skaða, sigur politiið, men bæði bilurin og húsini fingu stóran skaða.

Politiið fekk skjótt fatur á bilføraranum, ið var ávirkaður. Blóðroynd varð tikin, og hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Ófantaligir
Í gjáranáttina var innbrot í Mikkelers í Havn, men tað var ikki fyrr enn seinnapartin í gjár, at funnið varð út av hesum og boðað politinum frá. Ein rútur var brotin, og nakað av pengum og rúsdrekka var stolið.

Nakrir druknir mans vístu heldur ófantaligan atburð í Havn í gjárkvøldið, og ein teirra varð tikin inn at sova rúsin út.

Og í Klaksvík varð ein maður um trý-tíðina í nátt skuldsettur fyri ikki at halda tilhaldsreglurnar, eftir at hann hevði verið ólátaður ímóti øðrum fólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949